Eitt sindur um meg

about me

Eg eiti Bogi Øssurson Hjalt. Eg eri 35 ár og búgvi í Havn. Í 2007 tók eg tað avgerð at fara av landinum fyri at fáa mær eina útbúgving. Valið fall á Aberdeen har eg byrjaði at lesa heimspeki og sálarfrøði. Eg endaði við at fáa eina bachelor í "Behavioural Studies".

Eg havi altíð havt áhugað í KT (serliga software) so tað var ikki ringt at velja hvørja leið eg skuldi fara; tað fall mær natúrligt at útbúgva meg víðari innan KT. Nú nýti eg tað mesta av mínari tíð til at menna meg sum forritara. Hetta er tað eg brenni fyri, so tað er eingin ivi um at eg havi funnið mína passión. Tað endurspeglast kanska eisini í at eg fekk prógv við útmerkilsi (distinction) í "Software Technology with Network Management" frá Robert Gordon University í 2014.


ÚTBÚGVINGAR

SOFTWARE TECHNOLOGY WITH NETWORK MANAGEMENT
Robert Gordon University (2013 - 2014)

Ein breið KT útbúgving við denti á software menning. Her fekk eg kunnleika til nógv KT økir:


  • Forritan (Object Orienterað/Java)
  • Dátugrunnar (Relatións/MySQL)
  • Net (CCNA)
  • KT infrastruktur (ITIL)
  • Web forritan (HTML/Javascript/CSS, PHP/MySQL)
  • Agilar metodir (SCRUM)

Eisini var álagt okkum at samstarva tvørturum landamørk. Vit vóru sett í bólkar, ið skuldi samstarva við ein bólk av javnlíkum frá einum fróðskaparsetri í India. Dentur var lagdur á, bólkarnir vóru samansettir av næmingum, ið allir høvdu ymiskar styrkir og veikleikar, soleiðis at samstarvið gjørdist meira útfordrandi og mennandi.



BEHAVIOURAL STUDIES
University of Aberdeen (2007 - 2013)

Behavioural Studies er ein sálarfrøðilig útbúgving, ið fevnir víða har menniskja psykan lýst frá ymiskum sjónarhornum, heilt frá hvussu heilakyknur samskifta til hvussu fólk vera ávirkaði av sosialum umstøðum. Til dømis eitt fak, ið kallast Human Factors fokuserar uppá samspælið ímillum skipanir av ymiskum slag og brúkarir, ið nýta hesa skipanir; um hvussu ein best designar brúkaravinarligar skipanir osv. Hetta metið eg verða týðandi vitan tá tað kemur til at útvikla brúkaravinarligar software skipanir.

Heimspeki var eisini partur av útbúgvingini. At studera formellan logikk t.d. hevur styrkt mínar førleikar til at hugsa logiskt um uppgávir; ein góður eginleiki innan forritan.


Starvsroyndir

about me

Frá September 2014 og nakrar mánaðir fram havi starvast sum freelansari hjá AmbieSense. AmbieSense er ein fyritøku, ið hevur sín basa í Aberdeen.

Arbeiði umfataði at gera bæði "front end" og "back end" partin av einari web app. Endamálið var at gera eina brúkaravinarliga web app sum er partvís ein online klædnahandil og partvís eitt sosialt net. Appin kallast "My Wardrobe". Tankin er at klædna handlarir kunnu skráseta seg og seta sínar vørur til sølu. Back-end parturin er ein SQL dátugrunnur við tabellum, ið hava allar tær neyðugu upplýsingarnar um brúkarir og produktir osv.

Forritanar málini eg arbeiddi við vóru HTML, Javascript, CSS, PHP, MySQL og Java. Niðanfyri eru 2 video'ir av hvussu projektið sær út:





Í samband við mína masters verkætlan á Robert Gordon University gjørdi eg eina android app, ið var ætlað til ferðafólk í Havn. Tankin var at ferðafólk (ella onnur áhugaði) kunnu ganga runt í havnini og fáa upplýsingar um standmyndir og kirkjur tá tær eru í nánd. Hetta verður gjørt við hjálp av GPS'arinum á telefonini sum allatíð fylgir við hvar brúkarin er í mun til eina standmynd ella kirkju. Tá brúkarin er innanfyri 20 metrar fær hann eina fráboðan at nú er okkurt áhugavert í nánd og relevantir upplýsingar verða vístir á skýggjanum. Appin varð gjørd sum ein "hybrid app" tvs at hon er forritað við HTML, Javascript og CSS og síðan "latin í" innfødda (native - Java í hesum førinum) kotu við hjálp av apache cordova. Niðanfyri eru nakrar myndir, ið vísa hvussu appin sær út.



Frítíðar ítriv

Tá eg ikki siti frammanfyri telduni og takist við at forrita, dámar mær væl at verða kroppsliga aktivivur. Serliga væl dámi eg at renna. Í summar í 2015 rann eg mítt fyrsta marathon. Tað var ein fantastisk uppliving. Eg kom á mál beint undir 3:30 tímum. Málið var undir 4 tímar, so eg var sera væl nøgdur við tíðina.




Tá veðrid loyvir tí er einki so gott sum ein góður túrur niðan í hagan. Tá slappi eg best av.